News
Pól Sundskarð broytti alt lívið hjá sær í 2014. Hann valdi at fara annan og øðrvísi veg við øðrum vanum. Hann fór smátt um smátt at renna og megnaði at klænka um 30 kilo. Síðani hevur hann runnið yvir 5000 km. um árið og eina rúgvu av Maraton. Eisini hevur hann ferðast upp allar fjallatindar kring landið fleiri ferðir. Hann hevur nú skrásett øll fjøll og allar varðar og hevur í umbúna at skjalfesta týdningin av bygdagøtunum, áðrenn vegirnir komu.