News
Bogi Lydersen hevur arvaliga sjúkuna Cystisk fibrosa. Hetta er sjúka, sum loypir á lungu, maga tarm skipanina og brisið. Hann hevði trupul barnaár og var ofta inni á sjúkrahúsi og verið deyðanum nær. Hann hevur ákært og spurt Guð, hví júst hann skuldi fáa so tungan kross at bera. Í dag hevur hann gott lív og er takksamur fyri øllum, sum vísindin og læknaheimurin megnar. Men omanfyri og undir øllum, sigur Bogi, eru Guðs hendur, sum hann kennir seg hvíla í.