Carl Johan Jensen gongur nýggjar leiðir

Share:

Listens: 0

Nón

News


- Hetta er í veruleikanum ein skaldsøga, ið er skrivað sum ein monologur. Í komandi viku kemur eftir ætlan nýggj bók eftir Carl Johan Jensen við skipi til Føroya. Sprotin gevur út. "Vatn er ein vátur logi," eitur bókin, sum er øðrvísi enn tær skaldsøgur, sum Carl Johan áður hevur skrivað. Hon er skrivað í talumáli og er sett upp sum eitt hoyrispæl. Hetta er triðja bókin í tríverki, har hinar báðar vóru Sær og Terningarnir.