News
Í annaðkvøld verður tiltakið "Heimurin Hitnar" í Norðurlandahúsinum. Fleiri fyrilestrahaldarar fara at viðgera mál, sum eru partar av hækkandi hitanum á okkara leiðum. At tað verður heitari hevur við sær, at ísurin í arktiska økinum smeltar, og tað hevur við sær, at sjógvurin hækkar. Hetta gongur út yvir partar av heiminum, sum fara at liggja undir vatnskorpuni.